Sambýli

SONY DSCEldrasambýli í Hvalba bleiv tiki í nítslu í januar 2001.
Tað eru níggju pláss, 8  til fast búgvandi og 1 pláss til umlætting.

Endamálsorðing fyri eldrasambýli

Eldrasambýlið er heimið hjá búfólkunum. Dentur verður lagdur á trivna og at nøkta tørvin hjá tí einstaka. Saman við búfólkunum vilja vit skapa eitt trygt og livandi umhvørvi, ið byggir á álit millum búfólk og starvsfólk. Andin í heiminum skal vera merktur av virðing fyri tí einstaka búfólkinum. Búfólkini skulu hava umstøður at ráða yvir degi og lívi sínum, tó við fyriliti fyri lívshátti hjá hinum búfólkunum.

Øll búfólk varðveita sína fólkapensjón og gjalda eina fasta upphædd fyri vistarhald.

Umlætting.

Til ber at søkja um umlætting. Umlættingin kann í mesta lagi vara í 90 dagar um árið. Tá ið søkt verður, eru tað tørvur og umstøður hjá tí einstaka, ið avgera, hvør fær umlættingarpláss.

Umsóknarbløð til umlætting fáast við at venda sær til økisleiðsluna, har ið søkjast skal.

 

Umsóknarskjal

Tak niður umsóknarblað her