Heimatænastan

Økið fevnir um allar bygdirnar í oynni.

Økið er býtt í tvey:

  • Norðara helvt umfatar bygdirnar Sandvík, Hvalba, Tvøroyri, Øravík og Fámjin. Heimasjúkrarøktarfrøðingarnar hava skrivstovu og heimahjálpararnir bólkahøli í somu húsum á Tvøroyri. Harafturat hava heimahjálpararnir bólkahøli í ”Gamla skúla” í Hvalba.
  • Sunnara helvt umfatar bygdirnar Hov, Porkeri, Vág, Lopra, Akrar og Sumba. Heimasjúkrarøktarfrøðingarnar hava skrivstovu og viðgerðarhøli í Heilsumiðstøðini í Vági, og heimahjálpararnir hava bólkahøli sama stað.

Økisskrivstovan er í Vági.

Í økinum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heima- og heilsuhjálparar og ein økisterapeutur.

Fyrispurningar um heimahjálp, heimasjúkrarøkt og økisterapi kunnu setast til økisskrivstovuna.

Trý eldrasambýli eru í økinum. Er tørvur á búplássi í eldrasambýli, fæst eitt umsóknarblað at fylla út. Tá pláss er á einum Eldrasambýli, verður altíð tikin støða eftir tørvinum hjá umsøkjaranum í verandi løtu, og tí er ikki møguligt at siga, hvar í røðini ein er á bíðilistanum.

Telefonnummur og avgreiðslutíðir eru at síggja her.