Gjald fyri ansing

Gjald fyri dagrøkt
Barn undir 3 ár, fulla tíð kr. 1.800
Barn undir 3 ár, hálva tíð kr. 900
Barn yvir 3 ár, fulla tíð kr. 1.600
Barn yvir 3 ár, hálva tíð kr. 800

Goldið verður fyri 11 mánaðir. Juli mánaður er gjaldsfríður.
Gjaldast skal fyrst í mánaðinum, við fastari flyting.

Systkina avsláttur
Dýrasta plássið skal gjaldað 100 %
2. dýrasta 75 %
3. dýrasta 50 %

Foreldur kunnu søkja um frípláss. Umsóknarblað kann takast niur her. Tú kanst finna útrokningarskjal til frípláss her

Skal dagrøktarpláss sigast upp, hava foreldur 1 mdr. uppsagnarfreist, galdandi frá 1. í einum mánaða. Sama er galdandi, um tíðin hjá barninum í dagrøktini skal broytast.
Eitt dagrøktarpláss kann uppsigast vegna væntandi gjald. Um eftirstøðan ikki verður goldin ella skrivlig avtala fyriliggur um afturgjalding av hesari, kann barnið vera sagt úr dagrøkt eftir 3. mdr.

Shares