Trivnaður

Trivnaðarnevndin tekur sær av teimum kommunalu uppgávunum á undirvísingar- og mentunarliga økinum og almanna- og heilsuøkinum viðvíkjandi:

  • fólkaskúlanum, frítíðar- og kvøldskúlanum
  • frítíðartiltøkum fyri børn og ung
  • barnaansing
  • bókasavnsviðurskiftum
  • savnsviðurskiftum
  • musikskúlum og øðrum musiktiltøkum
  • sjónleika- og biograftiltøkum
  • útláni og útleigan av hølum í kommunalum bygningum til feløg v.m.
  • uppgávum viðvíkjandi kommunalum ansingar- og eldri stovnum
  • sáttmálum kommunan hevur við sjálvsognarstovnar og kommunusamstørv á økjinum hjá nevndini.