Rottangar og reinsiverk

Spillivatn frá WC skal leiðast gjøgnum ein rottanga áðrenn tað verður leitt út á sjógv, antin tað fer í eina kloakkskipan ella beinleiðis á sjógv.

Áður var vanligt, at hvørt húsarhald hevði egnan rottanga. Nú gerst tað alt meira vanligt, serliga í nýggjum útstykkingum, at fleiri húsarhald eru felags um ein stóran rottanga/reinsiverk.

Hvussu virkar ein rottangi?
Ein rottangi reinsar spillivatn mekaniskt. Tað vil siga, at tilfar og evni, sum antin eru tyngri enn vatn (botnfellilig evni) ella lættari enn vatn (evni, sum flóta) verða hildin aftur í rottanganum. Vatnið, sum rennur frá rottanganum er tá reinari enn tá tað rann í tangaan.

Rottangar reinsa betri tá støddin á tanganum er lutfalsliga stór í mun til nøgdina av spillivatni, sum rennur gjøgnum tangan. Ov smáir og ov fyltir tangar reinsa ikki væl. Frárensl frá WC, sum fer í ein rottanga, sum ikki verður tømdur so ofta sum hann skal, rennur ígjøgnum tangan, og endar tí fyrr ella seinni á sjónum.

Rottangar skulu tømast eina ferð um árið, ella so ofta sum neyðugt, fyri at tangin skal virka til fulnar.

Vegleiðing
Vegleiðing til kommunur um at seta krøv til rottangar.

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Kelda: us.fo