Ung í arbeiði 2017

Aftur í 2017 bjóðar Hvalbiar Kommuna ungum í aldrinum 14-16 ár at koma og arbeiða í 14 dagar í summarsteðginum.

Útleigan av jørð 2017

Hvalbiar Kommuna leigar hesi stykkir út til at heysta, ikki til bit.

Dagstovnurin Brosið

Nýggi dagstovnurin, sum letur upp í Hvalba 1. august, eitur nú Dagstovnurin Brosið.

Kommunufundur 12. juni

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 12. juni 2017 kl. 17.30.

Trúgvi virkandi borgarstjóri

Fram til 26. juni er borgarstjórin Janus Thomsen burturstaddur.

Trúgvi Gudmundarson varðaborgarstjóri er virkandi borgarstjóri í hesum tíðarskeiði.

Bingjuplássini í Hvalba og Sandvík

Hervið verður boðað frá, at vegna tekniskar trupulleikar hjá I R F, verða bingjurnar í Hvalba og Sandvík ikki tømdar aftur fyrrenn týsdagin í komandi viku.

Hvalbiar Kommuna