Til ber at velja leygardagin

Kommunuskrivstovan er opin leygardagin 10. november frá kl. 13 – 15, tá ber eisini til at koma at brævatkvøða

 

Kommunufundurin framskundaður

Vegna politiskan fund verður ásetti kommunufundurin tórskvøldið 8. november kl 18, framskundaður til kl. 17.

 

Minningarhald í Hvalba

“Minningarhald teirra sjólátnu verður við minnisvarðan alla halgannadag kl. 15.00.”

Kommunuval 2012: Valevnislistar

Her finnur tú valevnislistar og stillarar til kommunuvalið í Hvalbiar Kommunu 13. november 2012

Skúlastýrisvalið í Hvalba

Hervið verður kunngjørt, at uppstillingarfundur til skúlastýrið verður í Hvalbiar skúla týskvøldið tann 30. oktober 2012 kl. 19.00.

 

Fundarbókin fyri fundin 10. oktober 2012

Fundarbókin fyri fundin 10. oktober 2012 er nú løgd á heimasíðuna.