Brenning á báli ella eldstaði

Tey, ið ætla at skipa fyri nýggjársbáli, mugu biðja um loyvi at brenna bál frá avvarðandi kommunu.

Tað er ikki loyvt at brenna nýggjársbál uttan við loyvi frá kommununi.

Leivdir frá bálum skulu takast upp beinanvegin og latast til kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.

Um bál elva til ampa, skal kommunustýrið geva boð um at steðga bálinum, og at beina burturkasti burtur á rættan hátt.

Hugsa um umhvørvið
Tað er ikki eitthvørt, sum kann tveitast á eitt bál. Einans er loyvt at brúka brenni, sum ikki dálkar umhvørvið. Hetta merkir millum annað, at tað er ikki loyvt at brenna burturkast og at tað einans er loyvt at brenna óviðgjørdan við. Eisini er loyvt at brenna pappír og greinar.

Um bálið elvir til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.

Skrá til Kommunufundin 13. desember 2013

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður fríggjadagin 13. desember 2013 kl. 17.30.

 

Kommunufundur 13. desember 2013 kl 17.30

Útsetti kommunufundurin, sum skuldi verða 6. desember verður ístaðin 13. desember 2013 kl 17.30

 

Fundurin fluttur

Bygdaráðsfundurin 6. desember kl 17.30 er útsettur.

Eyka bygdaráðsfundur

Eyka bygdaráðsfundur verður 2. Desember kl 19

Skattalistin liggur frammi

Við hesum verður sagt frá, at skattalistin 2012 fyri Hvalbiar Kommunu liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í tíðarskeiðinum 28.11. til 12.12.2013.