Ung í arbeiði 2021 – tilmelding

Eins og undarfarin ár, verður aftur í ár møguligt hjá ungum í aldrinum 14-16 ár at vinna sær nakrar krónur sum ung í arbeiði hjá Hvalbiar Kommunu. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi og kann m.a. fevna um at fríðka, lúka, mála, upprudding, viðlíkahald av gøtu og vegum og so framvegis. Umsøkjarin má vera fyltur 14 ár áðrenn 21. juni 2021 men má ikki fylla 17 ár áðrenn 16. juli 2021. Ung í arbeiði er ætla ungum í Hvalbiar Kommunu. Alt eftir, hvussu stórur áhugin er fyri tilboðnum, sleppa tey til arbeiðis tvær vikur hvør. Byrjað verður mánadagin 21. juni. Freistin at søkja er ónsdagin 15. juni 2021 kl. 15.00. Um spurningar eru, kann ein  venda sær...

Les meira ›

Skrá til kommunufundin 31. mai

Skrá

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 31. mai 2021 kl. 17.30. Fundarskráin er: 1. Innkomin boð uppá jørð til at heysta 2021. 2. Val av umboði til felags eldraráð í Suðuroy. 3. Skriv frá Búnaðarstovuni viðvíkjandi matr. nr. 85h, Hvalba. 4. Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 34c í Nesi. 5. Umsókn um byggiloyvi til útbygning á matr. nr. 19l, Hvalba. 6. Skriv frá LV um yvirtøku av vegi í Sandvík -byggiloyvi matr. nr. 415b. 7. Skriv viðvíkjandi garði ímóti Bíarvegi. 8. Skriv frá borgara um ymisk viðurskifti. 9. Skriv viðvíkjandi innkoyring til hús. 10. Innkomið tilboð uppá vatnleiðing. 11. Innkomin tilboð uppá at skifta vindeygu á kommunuskrivstovuni. 12. Innkomið tilboð frá Wired Relations –...

Les meira ›

Julia fekk gávu frá kommununi

18.maj, var ein fitt lîtil didda á kommunuskrivstovuni og móttók sína gáva. Talan er um lítlu Juliu Skaalum Midjord sum er fødd 29.januar í ár. Tað var fyrr í ár, at kommunan samtyktið, at nýføðingar føddir eftir 1.januar 2021 skuldu fáa eina gávu frá Hvalbiar Kommunu. Á suttuni, sum er ein partur av gávuni, stendur: Eg Hvalbiar Kommunu. Trivnaðarnevndin ætlar framyvir at bjóða nýføðingunum og foreldrum teirra, til gávuhandan á kommunuskrivstovuna hálvárliga.

Les meira ›

Kunning frá Brosinum

Kunning til foreldur at børnum í Brosinum.  Í morgin 26. mai er frítíðarskúlin opin aftur fyri børnum. Tilmæli um at hava vøggustovubørn og barnagarðsbørn heima um tað ber til hjá foreldrum, er galdandi til tórsdagin 27. mai. Tá børn koma á stovnin, er tað framvegis galdandi at foreldur ikki koma inn á stovnin.

Les meira ›

Brosið: Korona kunning

Í samband við at korona smittan aftur er farin at gera um seg í Føroyum, hevur Brosið hesi fyrivarni komandi dagarnir. Heitt verður á foreldur, sum hava møguleika, at hava børnini heima, um at hava tey heima. Um barnið ikki kann vera heima, so er aftur galdandi at foreldur ikki kunnu koma inn á stovnin. Frítíðarskúlin er stongdur so longi børnini ikki fara í skúla.

Les meira ›

Manningaskúrar komnir

Ísamband viđ uppaftur bygging av skipahavnina á Hamranesi, so eru fyrireikingarnar farnar í gongd.    Í dag komu so manningaskúranir til bygdina har arbeiðsfólkið hjá RTS skulu búgva komandi mánaðirnir.  Seinni í vikuni er ætlanin at amboðini fara at koma til bygdina og arbeiði so smátt fer í gongd.    Kommunan ynskir RTS blíðan byr við arbeiðinum at gera brimverjuna aftur.

Les meira ›

Útleigan av jørð 2021

Hvalbiar Kommuna leigar hesi stykkir út til at heysta, ikki til bit. Matr. nr.: 145a 1.737 m2: Stykkið liggur í Sondunum, tó eru epladeildirnar undantiknar. (stykkið hjá Danjal West, sála) Matr. nr.: 390f 2.529 m2: Støðlarnar Stykkini verða latin hægstbjóðandi. Minsti prísur fyri hvørt jarðarstykki er settur til kr. 500,-. Boðini skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi innan mánadagin 17. mai 2021 Vinarliga Hvalbiar Kommuna

Les meira ›

Nýføðingar fáa gávu

Her fyri samtykti kommunan, at øll børn, sum eru fødd í kommununa eftir 1.januar 2021, skulu fáa ein gávu. 23. apríl var fyrsti hvalbingurin, sum er føddur eftir 1.januar í ár saman við foreldrum og stóri beiggjanum, boðin á kommunuskrivstovuna til gávuhandan. Fyrstføddi hvalbingurin 2021 er Jósef West, hann er føddur í februar. Foreldur hansara eru Arnold og Eva West og stóribeiggin eitur Otto West. Eir Jógvansdóttir Norðberg forkvinna í Trivnaðarnevndini handaði lítla Jósef gávuna. Tað er Trivnaðarnevndin sum legði uppskotið um at geva nýføddum børnum í kommununi eina gávu.  

Les meira ›