Fundarskrá til kommunufundin 4. apríl

Skrá

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 04. apríl 2018 kl. 17.30. Fundarskráin er: 1. Umsókn um fíggjarligan stuðul til virksemið hjá Bláa Krossi í Suðuroy. 2. Umsókn um stuðul til nýggjárshald frá Nýggjársnevndini í Nesi. 3. Innkomið tilboð frá Innspark uppá grasmáttur til dagstovnin. 4. Tilboð uppá dekk / fríholt til havnina á Hamranesi. 5. Kunning ymiskt. 6. Ikki almenn mál. Hvalba, tann 27. mars 2018 Janus Thomsen borgarstjóri

Les meira ›

Hvalbiar skúli: Páskatúr við Norrønu

Henda vikan hevur verið nakað øðrvísi í Hvalbiar skúla, mánadagin mynstraði allur skúlin við Norrønu, tó sum evnisvika. Í skúlanum hava næmingar saman við lærarum, skipað skúlan sum var hon Norrøna. Næmingarnir hava fingið kunning um ymiskt viðurskifti og upplýsingar um veruligu Norrønu. Skipað var ein móttøka, har tú kundi fáa útflýggja atgongd til kømur og keypa atgongumerkið til onnur tilboð. Eisini kundi tú fáa kunning. Í einari stovu var frítíðarítriv, so sum Bobb spæl og ymisk brettspøl. Eisini var møguleiki at telva og høvdu tey fingið Eyðun Nolsøe á gátt at telva ímóti næmingum og lærarum. Ein biografur var har tú kundi seta teg væl til rættis og hyggja eftir filmi og njóta poppkorn. Í einari stovu var skipað...

Les meira ›

Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá Hvalbiar Kommunu.

Í fjør heyst setti kommunustýrið sær fyri at dagføra okkara heimasíðu. Heimasíðan er gluggin út til borgaran - har borgarin kann kunna seg um ymisk viðurskifti í kommununi og finna upplýsingar, ið einum tørvar. Endamálið viđ heimasíðuni er, at tú sum borgari skal fáa eina tænastu heilt inn í heimið ella har tú ert. Á heimasíðuni kanst tú millum annað skriva børnini upp til barnaansing umvegis netið. Hvørji grundøki eru tøk í kommununi? Hvussu søki eg um bátapláss? - Fyri at nevna nakrar møguleikar. Vónandi kanst tú sum borgari fáa gleði og enn betri tænastu við at nýta hesa nýggju heimasíđu. Okkara nýggju heimasíđu hevur Rúni Thomsen sniðgivið og sett upp. Janus Thomsen, borgarstjóri

Les meira ›

Dagføring av skúlagarðinum

Gamli bygningurin í skúlagarðinum verður tikin niður, fyri at víðka og nútímansgera skúlagarðin. Hetta er ein tilgongd í tveimum byggistigum, sum trivnaðarnevndin, saman skúlastýrinum, arbeiða vid.   Eir J. Norðberg, forkvinna í trivnaðarnevndini sigur, at skúlagarđurin tørvar at verða dagførdur. Verkætlanin, iđ skúlastýrið saman við trivnaðarnevndini arbeiða við, er sera spennandi og er tað við til, at geva næmingunum í Hvalbiar Skúla ein nútímans, mennandi og motorist avbjóðandi skúlagarð at stuttleika sær í.

Les meira ›

Brandvenjing í skúlanum

Í morgun var brandvenjing í Hvalbiar skúla. Endamáli við venjingini var at royna at fáa næmingarnar skjót út og eisini var í morgun ein stova, sum fyltist við royki. Á henda hátt kundu sløkkiliðsmenninir fara inn við termiska kameranum og fáa hetta roynt. Brandvenjingin gekk gott og riggaði nýggja útgerðin hjá sløkkiliðinum sera væl, sum vit hava skilt. Henda videoupptøka er tikin upp inni í stovuni, har roykur var. [video width="300" m4v="http://hvalba.info/wp-content/uploads/2018/03/brandroynd.m4v"][/video]

Les meira ›

Námsfrøðingar til Dagstovnin Brosið í Hvalba

Hvalbiar kommuna søkir eftir 3 námsfrøðingum til dagstovnin í Hvalba í tíðaravmarkað starv.   Vit sóknast eftir 3 námsfrøðingum 30 tímar um vikuna at byrjað skjótast til ber. Størvini eru tíðaravmarkað til 30. juni 2018. Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk vera sett ístaðin. Koma ov fáar umsóknir inn, tilskilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum. Okkum tørvar námsfrøðingar sum kunnu leggja til rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiði. Vera kveikjandi, vegleiðandi og kunna samskifta á ymiskum støði. Gera námsfrøðiliga arbeiðsætlan saman við øðrum starvsfólkum. Vit vænta at • tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd • tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni. • tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag •...

Les meira ›