Spakin settur í

Seinnapartin í dag, varð spakin settur í arbeiðsvegin til nýggja Hvalbiartunnilin. Fyrst helt stjórin í Landsverkið, Ewald Kjølbro røðu. Síðani var tað landsýrismaðurin Hendrik Old, borgarstjórin í Hvalba, Janus Thomsen og at enda var tað virkandi borgarstjórin á Tvøroyri, Anita Vibergsdóttir, sum helt røðu. Øll vístu tey á stóra tørvin, sum var á at fáa ein nýggjan tunnil og hvussu nógv hetta kom at hava at siga fyri fólk í Hvalbiar Kommunu og fyri alt Føroya fólk, tá vit hyggja fram í tíðina og vónadi kemur hesin tunnilin at vera vegurin til ein komandi Suðuroyartunnil. Tað var nógv fólk komi saman til henda stóra dag. Tað vóru teir báðir Allon Næs og Dánjal av Rana, sum fingu tann stóra heiður...

Les meira ›

Skrá til kommunufundin 14. mai

Skrá

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 14. mai 2018 kl. 17.30. Fundarskráin er: 1. Umsókn um fíggjarligan stuðul frá Parkinsonfelagnum. 2. Umsókn um stuðul til ferð við Norrønu fyri búfólkum á Hamragarði. 3. Umsókn um stuðul til málmenning til børn frá “BUBU”. 4. Umsókn um marknaumskipan uttangarðs, matr. nr. 519. 5. Málsviðgerð byggimál. 6. Tilboð frá Uno og Vágs Timburhandli uppá borð og skáp til dagstovnin Brosið. 7. Innkomin tilboð frá Innspark uppá gummiundirløg til dagstovnin Brosið og skúlagarðin. 8. Roynhøllin – meirveitan. 9. Umsókn um stuðul til viðlíkahald av Ranhøll frá Bygdarfelagnum á Rananum. 10. Umsókn um fíggjarligan stuðul frá Dagtilhaldinum í Hvalba. 11. Kunning ymiskt. 12. Ikki alment mál. Janus Thomsen borgarstjóri

Les meira ›

IRF: Skulu dekk vekk?

Nú er tíðin komin, at vetrardekkini skulu av og summardekkini á. Týdningarmikið er at burturbeina gomlu dekkini á rættan hátt. Um felgan ikki kann brúkast aftur, lat hana til jarnendurnýtslu og dekkini sjálvi til brenningar. Um neyðugt, fáið verkstaðið at taka gomlu dekkini av felgunum. Jarn er vorðið ein trotvøra í heiminum, men um tit lata tað til endurnýtslu, senda vit tað uttanlands, har tað verður gagnnýtt í nýggjum høpi. Saman gera vit Føroyar grønari.

Les meira ›

Sjálvtøkan er ávegis

Í august mánað í fjørð boðaði Betri banki frá at tey fóru at seta upp eina sjálvtøku í Hvalba. Tá var boða frá at sjálvtøkan koma at verða tøk seinni í 2017. Hetta hevur tó tikið longur tíð enn vænta, men nú nærkast tó. Sum vit skilja í kommununi, so er sjálvtøkan komin til landi fyri tíð síðani og nú skulu hølini gerast klár á Bíarvegi 151. Av tí at tað er long veitingartíð á vindeygum o.ø. so verður arbeiðið klárt um uml. 1½ - 2 mánaðar, so sum vit hava frætt.

Les meira ›

Bygdastevnan 2018

Í døgunum 27. apríl - 29. apríl verður árliga bygdarstevnan hjá Royn í Hvalba, her er skráin fyri stevnuna. Møguliga koma tillagingar til skránna og so verður tað lagt út her á síðuni. Skráin kann eisini heintast her í PDF

Les meira ›