Útleigan av jørð 2018

Hvalbiar Kommuna leigar hesi stykkir út til at heysta, ikki til bit. Matr. nr.: 145a 1.737 m2: Stykkið liggur í Sondunum, tó eru epladeildirnar undantiknar. (stykkið hjá Danjal West, sála) (Google streetview mynd) Matr. nr.: 390f 2.529 m2: Støðlarnar (Google streetview mynd) Stykkini verða latin hægstbjóðandi. Minsti prísur fyri hvørt jarðarstykki er settur til kr. 500,-. Boðini skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi innan mikudagin 20. juni 2018 Vinarliga Hvalbiar Kommuna

Les meira ›

Lastbilur til sølu

VW Transporter lastbilur VP475 til sølu til hægstbjóðandi omanfyri kr. 5.000. Skrásetingardagur 12.08.2005 – koyrt 190.625 km – totalvekt 3000 kg – diesel motor. Bilurin verður seldur í tí standi, hann er í - krevur ábøtur fyri sýnsgóðkenning. Boð skulu latast inn við telduposti á hvalba@hvalba.fo. Boð skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 10. juni 2018. Eru spurningar, ber til at seta seg í samband við Janus Thomsen, borgarstjóra tlf. 593336. Hvalbiar Kommuna

Les meira ›

Dagføring av havnarløgum

Hvalbiar kommuna hevur sett sær fyri at gera nakrar dagføringar á havnarløgunum í Hvalba. Nakrar eru longu lidnar, ímeðan aðrar eru/fara í gongd. Gelendarin á Fiskieiðinum er nú skiftur út, tá tann gamli ikki var tryggur longur. Arbeiði hevur Ronni Hammer staðið fyri. Spælhúsið á havnarlagnum í Nesi, hevur fingið nýtt vindeyga, og verður eftir ætlan mála í summar. Somuleiðis er Hvalbiar kommuna ígongd við at dagføra ymisk viðurskifti á kaiuni á Hamranesi: • Fríholdini á kaiuni á Hamranesi vera í næstu øll skift út, so viðurskiftini hjá bátunum at leggja at, verða betraði • Gomlu ljósini/sólirnar á steyrunum vera skiftar til LED ljós, so hvørt sum møguleiki er til hetta. Harvið sparir Kommunana í elútreiðslunum. • Havnafútin hevur fingið...

Les meira ›

Landsverk: Nýggjur Hvalbiartunnil nærkast

Á heimasíðu sínari skrivar Landsverk um hátíðarløtuni í samband við at spakin varð settur í til arbeiðsvegin til nýggja Hvalbiartunnilin.   Tvær geinar liggja á heimasíðuni, ein við frágreiðing um løtuna og ein við einum video, har m.a. eisini verður snakkað við fólk í Hvalba um nýggja tunnilin. Tú finnur greinarnar her: Nýggjur Hvalbiartunnil nærkast VIDEO: Spakin settur í fyri nýggjum Hvalbiartunli

Les meira ›

Dagføring av skúlagarðinum heldur fram

Her fyri skrivaðu vit um at gamli wc bygningurin í skúlagarðinum í Hvalba varð tikin niður og var tað liður í at dagføra skúlagarðin. Her eru nakrar myndir av hvussu skúlagarðurin ætlandi kemur at síggja út seinni í ár. Tað verður Inspark, sum kemur at leggja gummiundirlag á. Arbeiðsfólkið hjá kommununi kemur at seta upp sokallaða Tarzanbanan og sparkivøllin. Eisini koma arbeiðsfólkini hjá kommununi at seta upp stakitt rundanum restina av skúlagarðinum. Ætlanin er síðani at Ung í arbeiði í summar skulu mála girðingina rundan um skúlagarðin. Arbeiðið at dagføra skúlagarðin er ein verkætlan sum Skúlastýrið fyri Hvalbiar skúla og Trivnaðarnevndin í Hvalbiar Kommunu hava arbeitt við. Ætlandi er arbeiðið liðugt í august mánað. [caption id="attachment_15539" align="alignleft" width="300"] Skúlagarðurin sum...

Les meira ›