Fundarskrá til kommunufundin 19. juli 2021

Skrá

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 19. juli 2021 kl. 17.30. Fundarskráin er: 1. Umsókn um fíggjarligan stuðul frá ADHD-felagnum. 2. Umsókn um fíggjarligan stuðul frá Suð. Norðara Bjargingarfelag. 3. Umsókn um fíggjarligan stuðul frá TB-flogbólti. 4. Umsókn um rakstrarjáttan til ávegishús frá Heilbrigdi. 5. Umsókn um fíggjarligan stuðul frá KFUK. 6. Umsókn um stuðul til ráðstevnu frá Alzheimerfelagnum. 7. Tilboð uppá klæðing v.m. av vitanum í Hvalba. 8. Byggisamtyktin – broyting á korti. 9. Ikki almenn mál.  

Les meira ›

Námsfrøðingar, avloysarir og stuðul

Hvalbiar kommuna søkir, vegna Dagstovnin Brosið Námsfrøðingar, avloysarir og stuðul • Námsfrøðingar til barnagarðstovur og vøggustovu á 30 tímar um vikuna. Møguleiki er at fáa fulltíðar starv ella eitt starv í niðursettari arbeiðstíð. Herav er farloyvistarv á 30 tímar í barnagarðstovu til 01.04.22, farloyvistarv til 01.01.22 og til 01.03.22 • Einum námsfrøðingi til frítíðarskúla uml 25-27 tímar um vikuna. • Námsfrøðiligum stuðli á 20 tímar um vikuna til barn í frítíðarskúlanum, skúlaárið 2021/2022 • Føstum avloysarum til feriu, sjúku oa. Størvini verða sett frá august 2021 ella eftir nærri avtalu. Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar eru vælkomnir at søkja. Stovnurin Brosið er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í...

Les meira ›

Sálarfrøðingur til Suðuroyar barnaverndartænastu

Søkt verður eftir sálarfrøðingi til Suðuroyar Barnaverndartænastu til setan 01. september 2021. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Arbeiðsøki Suðuroyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv millum allar 7 kommunurnar í oynni og er staðsett á Tvøroyri og starvssstaði er á Tvøroyri. Á deildini starvast seks fólk, tríggir sosialráðgevar/málsviðgerar, námsfrøðiligur ráðgevi, skrivari, umframt leiðarin. Sálarfrøðingurin fer at virka í tøttum samstarvi við starvsfólkið á deildini. Arbeiðsuppgávur Samrøður við børn, ung og foreldur Viðger av børnum, ungum og familjum Útgreining av børnum og ungum Supervisión og faklig sparring Vit ynskja okkum starvsfólk sum Hava góð samskiftis- og samstarvsevni Eru álítandi og arbeiðssom Tola at arbeiða undir trýsti Kunnu arbeiða sjálvstøðugt Førleikakrøv Útbúgvin sálarfrøðingur við autorisatión. Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt....

Les meira ›

Verkfall

Námsfrøðingar og hjálparfólk sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag fara í 24 tíma verkfall galdandi frá 3. juni 2021 kl. 07.00 til 4. juni 2021 kl. 07.00. Eitt verkfall inniber, at fakfelagið noktar limum sínum at koma til arbeiðis. Undir vanligum verkfalli (ikki 24 tíma verkfalli) er vanligt at verkfallið er galdandi fram til, at sáttmálapartarnir hava gjørt eina semju og nýggjur sáttmáli fær gildi. Lýsta verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag fevnir um limir felagsins, ið starvast í vøggustovum hjá kommununum.

Les meira ›

Nýtt integrasjónstilboð á Útlendingastovuni

(For English, please read below) At flyta til eitt nýtt land kann vera spennandi og læruríkt, men eisini til tíðir avbjóðandi. Tað er heldur ikki altíð lætt at vita, hvønn ein skal venda sær til fyri at fáa ráð og vegleiðing. Á heimasíðuni Integratión (integration.fo/newcomers) finnur tú meira kunning um ymisk evni, sum kunnu vera viðkomandi fyri nýggjar tilflytarar, umframt eina beinleiðis leinkju har tú kanst biðja um ráð og vegleiðing um praktisk viðurskifti. Tú kanst eisini at biðja um eina integrasjónsviðtalu hjá integrasjónsvegleiðaranum har tosað verður um, til dømis, hvaðani tú ert, útbúgvingarstøði og arbeiðsroyndir tínar, familjuviðurskiftir og áhugamál, og tínar ætlanir í Føroyum. Tørvar tær meira kunning, set teg so í samband við Útlendingastovuna: Durita Kastalag, integrasjónsvegleiðari Telefon:...

Les meira ›