Í Hvalba ber til at vitja í Kampingvogni, øki við almenna WC vesturin á Heyggi.
Á økinum er pláss fyri uml. 12 kampingvognum og atgongd er til steym, WC við brúsu. Eisini ber til at tøma sær tangan á økinum.
Á økinum er eisini er sera gott spælipláss til børnini.
Øki liggur beint við sera náttúruvakra Heygsvatn, har gøta er gjørd, so til ber at ganga runt um vatnið
Kostnaðurin fyri at nýta kampingøki í Hvalba er 100 kr. fyri náttina ella 150 kr fyri vikuskifti.
Tú kanst bíleggja pláss við at ringja237565 kl. 08:00 – 16.00 ella á +298 593336 eftir kl 16:00.
Peningurin fyri leigu verđur goldin á konto nr. 6460 115.629.4