Menu
  • Heim
  • Borgarin
    • Nýggjur borgari
    • Børn og ung
    • Eldri
    • At byggja
    • Grundøki
    • Fólkayvirlit
    • Frítíð og mentan
    • Camping
    • Roynhøllin
    • Trúðarlív
    • Bingjuplássini
    • Vatnveiting
    • Rottangar og reinsiverk
    • Nýggji bátahylurin
  • Vinna
    • Hvalbiar havn
    • Nýggi bátahylurin
    • Vinnulig burturkast
    • Vinnuliga fyritøkur
    • Ferðavinna
  • Kommunan
    • Bygdaráðið
    • Fundarbókin
    • Fíggjarætlanir
    • Ársrokniskapir
    • Kommunalar nevndir
      • Fíggjarnevndin
      • Trivnaðarnevndin
      • Tekniska nevnd
      • Vega- og havnanevndin
    • Aðrar nevndir
    • Lógir og skipanir
  • Oyðubløð
    • Umsókn um stovnspláss
    • Frípláss
    • Brenna bál
    • Roynhøllin
    • Rottufráboðan
  • Camping in Hvalba
  • Umsitingin

Bingjuplássini

Í Hvalbiar kommunu eru tvey bingjupláss, eitt í Hvalba og eitt í Sandvík.

Bingjuplássini eru til smá burturkast frá privata húsarhaldinum. Um borgarar hava størri nøgdir av burturkasti, so sum tá ein skiftir tak ella ein sentralvarmaketirl, so verður víst til IRF í Trøllavík.

Somuleiðis verður víst til IRF í Trollavík um tað burturkast frá vinnuligum virksemi.

Bingjuplássini eru opin soleiðis:

Hvalba:
Týsdag og tórsdag: 16:00 – 18:00
Leygardag: 15:00 – 17:00

 

Sandvík:
Týsdag og tórsdag: 16:00 – 18:00
Leygardag: 15:00 – 17:00

Reglugerð fyri bingjuplássini hjá Hvalbiar Kommunu

 

Galdandi frá 1. januar 2019

 

 

Almennar ásetingar  

  1. Henda reglugerð er galdandi fyri ruskplássini hjá Hvalbiar Kommunu.
  2. Endamálið við reglugerðini er at halda gott skil á ruskplássunum, herundir:
    1. At galdandi reglur fyri skiljing av burturkasti verða virdar, so at burturkast verður koyrt á rætta stað og í rætta bingju. 
    2. At fyribyrgja dálking av burturkasti ella øðrum og fyribyrgja, at rusk sløðist á økinum. 
    3. At trygd og arbeiðsumhvørvi verða sett í hásæti, bæði hjá starvsfólki og viðskiftafólki.
  3. Boð og ávísingar frá starvsfólkunum skulu aktast ella kann viðkomandi burturvísast.

 

Ásetingar um atgongd

  1. Bingjuplássini eru einans ætlað til burturkast frá borgarum í kommununi.
  2. Ikki er loyvt at vera innanfyri girðingina á bingjuplássinum uttanfyri upplatingartíðirnar.
  3. Burturkast skal skiljast og avskipast í røttu bingjurnar sambært galdandi skiljiskipan. Í ivamálum, ber til at spyrja starvsfólk á plássinum.
  4. Starvsfólkini á plássinum luttaka ikki í avskipingini.
  5. Tað er strangliga bannað at seta burturkast uttanfyri bingjuplássið ella tveita upp um girðingina.
  6. Húsarhaldsburturkast, lívrunnið burturkast o.t., skal vera í lokaðum íløtum ella afturlatnum sekkjum, so væta ikki kemur frá.
  7. Burturkast, sum kann fúka, skal vera í posum ella tílíkum.
  8. Viðvíkjandi urtagarðsburturkasti, verður víst til tyrvingarplássini í sóknini.
  9. Vandamikið burturkast skal latast í reyða posan ella til Trøllavíkar.
  10. Dálkað mold og asbest kann ikki latast inn á bingjuplássið, men skal latast beinleiðis til IRF.
  11. Lutir at brenna mugu ikki vera longri enn 1 m.
  12. Viðskiftafólk skulu rudda og sópa eftir sær.
  13. Akfør skulu setast, so tey ikki tarna ferðsluni á økjunum.
  14. Ikki er loyvt handlum / fyritøkum at lata rusk á bingjuplássið.
  15. Bildekk – broytt 25.11.2019, soleiðis at tikið verður móti dekkum – dekk og felgur skulu vera skilað sundur.
  16. Tey, sum skulu av við størri nøgdir av burturkasti, t.d. oljutangar, ketlar o.a. í samband við ný / umbygging og umvælingar, skulu ikki koma á bingjuplássið við hesum, men venda sær til IRF viðvíkjandi leigu av bingju ella sjálvi koyra burturkastið til IRF.
  17. Burturkast skal skiljast, áðrenn tað verður latið inn á bingjuplássini.

Posar frá IRF skulu ikki latast í bingjurnar. Hesir eru ætlaðir húsarhaldunum at lata til innsavningarbilarnar hjá IRF.

 

  • Heim
  • Borgarin
    • Nýggjur borgari
    • Børn og ung
    • Eldri
    • At byggja
    • Grundøki
    • Fólkayvirlit
    • Frítíð og mentan
    • Camping
    • Roynhøllin
    • Trúðarlív
    • Bingjuplássini
    • Vatnveiting
    • Rottangar og reinsiverk
    • Nýggji bátahylurin
  • Vinna
    • Hvalbiar havn
    • Nýggi bátahylurin
    • Vinnulig burturkast
    • Vinnuliga fyritøkur
    • Ferðavinna
  • Kommunan
    • Bygdaráðið
    • Fundarbókin
    • Fíggjarætlanir
    • Ársrokniskapir
    • Kommunalar nevndir
      • Fíggjarnevndin
      • Trivnaðarnevndin
      • Tekniska nevnd
      • Vega- og havnanevndin
    • Aðrar nevndir
    • Lógir og skipanir
  • Oyðubløð
    • Umsókn um stovnspláss
    • Frípláss
    • Brenna bál
    • Roynhøllin
    • Rottufráboðan
  • Camping in Hvalba
Um kommununa

Hvalbiar Sóknar Kommuna fevnir um bygdirnar Hvalba og Sandvík

Fólkatalið í sóknini pr. 1. januar 2020 var 679, býtt soleiðis:

Hvalba: ----------607 fólk

Sandvík: ----------72 fólk

 

 

 

 

 

 

Upplatingartíðir

Hvalbiar Kommuna

Bíarvegur 2

850 Hvalba

 

Tlf: 375033 – Fax: 375385

 

hvalba@hvalba.fo

 

Opið er hestar tíðir:

Mánadag -----------------------------10:00 - 15:00

Tórsdag -------------------------------10:00 - 15:00

© 2018 Hvalbiar Kommuna All Rights Reserved