Føstulávintshald í Hvalbiar skúla

Fríggjadagin 09.02 var tunnusláttur í Hvalbiar skúla.

Fýra tunnur verða slignar, fyrst sláa næmingarnir í 1.,2. og 3. flokki og teir í 4. og 5. hvør sína tunnu.

Síðan verður steðgur, har 7. flokkur stendur fyri at bjóða muffins og saft.

7. flokkur hevur eisini málað tunnurnar og genturnar í 7. hava saman við næmingum í 6. flokki seymað kattarnar.

Aftan á steðgin sláa teir eldri næmingarnir, 6. og 7. flokkur saman og 8. og 9. flokkur saman.

Kattakongarnir í ár vóru Lóa, Sofus, Heini og Dagný.

Tey verða krýnd og fáa steyp.

Síðan verður kattagongd, har næmingarnir vísa fram fyri eini dómsnevnd, hvussu væl teir duga at lata seg í sum grýlur.

Meðan dómsnevndin hevur fund um, hvør skal vinna virðislønir, verður føroyskur dansur.

Enn ein góður dagur í skúlanum

Myndir frá degnum síggja tit her: