Fundarskrá til kommunufundin 22. januar kl 17:30

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 22. januar 2018 kl. 17.30.

Fundarskráin er:

1. a) Umsókn um stuðul til Víkingadagar í Hovi frá Hovs Fornminnafelag.
b) Umsókn um stuðul til framleiðslu av teknifilmum v.m. frá Róa Davidsen.

c) Umsókn um stuðul til konsert, ið varpar ljós á felagsskapin KRIS.

d) Umsókn um fíggjarligan stuðul frá Hvalbiar Sóknar Bygda- og Kolasavni.

e) Umsókn um stuðul frá Felagnum Føroysk Træseglskip í sambandi við tiltakið “Merkið 100 ár”.

2. Umsókn um samanlegging og sundurbýti av matr. nr. 20a, Hvalba.
3. Skriv frá Hagastýrinum fyri Prestfjall viðvíkjandi moldgoymsluni.
4. Rottutýning / grassláing – mál frá Teknisku nevnd.
5. Kloakkskipan / spillivatnsskipan.
6. Renovasjón.
7. Beltimaskinan.
8. Skriv frá borgara viðvíkjandi vegum v.m. í Sandvík.
9. Økið á bryggjuni í Nesi (við húsið hjá SNB).
10. Ikki almenn mál.

Hvalba, tann 18. jan. 2018

Janus Thomsen

borgarstjóri