Verkfallið og verkbannið er av og Brosið letur upp aftur

Í nátt komu sum kunnugt Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjamálaráðið  og Pedagogfelagið til semju um nýggjan sáttmála.

Hetta hevur við sær at drúgva verkfallið og verkbannið sum byrjaði 12. desember nú er av.

Dagstovnurin Brosið er tí opin aftur sum vanligt frá í morgin kl 7:30 av.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur.