Jólatræshald í Hvalbiar skúla

Týsdagin høvdu lærarar og næmingar í Hvalbiar skúla jólatræshald í skúlanum.

Øll vóru latin í fín klæðir og hittust tey til sang, leik, dans um jólatræið og annars at hugna sær saman, áðrenn fari var í jólafrí.

Her niðanfyri eru myndir frá haldinum. 

Samstundis ynskir Hvalbiar Skúli øllum eini Gleðilig jól og eitt gott nýggjár.