Kunningarskriv: Bústaðir byggja leigubústaðir í Hvalba

Hvalbiar kommuna og Bústaðir hava í dag gjørt avtalu um, at Bústaðir keypir grundøki í Hvalba frá kommununi, við tí fyri eyga, at fáa til vega eitt tal av leigubústøðum. Talan er um matriklarnar 524s, 524t og 524u, Hvalba, stødd tilsamans 2.262 fermetrar.

Eftir ætlan verður talan um, at Bústaðir byggir, eigur og leigar út 6 leigubústaðir á Snæbjarnarvegi, vesturi á Heyggi í Hvalba.

Í eina tíð hevur samskifti verið millum kommununa og Bústaðir um hendan møguleikan, og eisini fyriliggja skitsuuppskot til, hvat ið ætlanin er at fáa bygt.

Fyrireikingarnar halda nú áfram og verður mett, at nærri kunning um verkætlanina er tøk á heysti 2022.