Skúlabarnakoyring í Hvalbiar Kommunu

Við hesum verður skúlabarnakoyringin í Hvalbiar Kommunu lýst leys at søkja.

Skúlabarnakoyringin fevnir um flutning av børnum í skúla úr Sandvík / úr Nesi og heim aftur aftaná skúlatíð.

Harumframt skal skúlabussurin koyra til einstøk tiltøk í skúlanum um kvøldið og til / frá svimjing á Tvøroyri tvær ferðir um vikuna.

Tað kann koma fyri, at onnur skúlabørn skulu koyrast heim til Sandvíkar ella út í Nes, samstundis sum børn eru til svimjing á Tvøroyri.

Hvalbiar skúli samstarvar við Tvøroyrar skúla um nakrar breytir, ið børn skulu koyrast til og frá.

Vit vænta, at tann sum søkir er røkin, nærlagd/ur ogbarnavinarlig/ur.

Hvalbiar Kommuna er áhugað í at gera ein 5 ára sáttmála við møguleika fyri leingjan.

Møguleiki er hjá bjóðandi at koma við øðrum uppskoti í sambandi við skúlabarnakoyringina.

Nærri upplýsingar um koyringina fáast við at venda sær til Eir J. Norðberg á tlf. 270712.

Tilboðini skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. juli 2022 kl. 12.00.

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu tilboðini, ikki at taka av lægsta tilboðnum ella at vraka øll tilboðini.

Hvalbiar Kommuna

Bíarvegur 2

FO-850  Hvalba

hvalba@hvalba.fo