Námsfrøðingar, stuðul og avloysarir til Dagstovnin Brosið í Hvalba

•  Námsfrøðingur til barnagarðstovu á 30 tímar um vikuna. Møguleiki er at fáa fulltíðar starv ella eitt starv í niðursettari arbeiðstíð.

 Námsfrøðingur til farloyvistarv á barnagarðstovu, á 30 tímar um vikuna, tíðaravmarkað 22.08.22 – 01.04.23.

•  Námsfrøðiligum stuðli til barn í barnagarðstovu, á 30 tímar um vikuna fram til 31.12.22.

 Føstum avloysarum til feriu, sjúku oa. 

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar eru vælkomnir at søkja.

Stovnurin

Brosið er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í august 2017.

Vit hava eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og frítíðarskúla.

Stovnurin er í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.

Vit hava sera góðar innan- og uttandura umstøður sum geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.

Vit bjóða eitt umráðandi og spennandi starv, har tíð er sett av til fyrireiking. Tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum. Vit nýta TÌTT og TRAS sum námsfrøðiligt amboð og arbeiða við Betri Vinir.

Vit vænta av umsøkjarum at

   tú hevur ein jaligan hugburð

   tú ert álítandi og tekur ábyrgd

   tú kanst verða við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

 •  tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.

   tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag

 •  tú ynskir áhaldandi at menna teg fakliga

Okkum tørvar námsfrøðingar sum kunnu leggja til rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið. Vera kveikjandi, vegleiðandi og kunna samskifta á ymiskum støði. Gera námsfrøðiliga arbeiðsætlan saman við øðrum starvsfólkum.  

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum.

Umsókn saman við revsiváttan, upplýsing um útbúgving, lívrensl og møgulig viðmælir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. juni 2022  kl.12.00.

Hvalbiar kommuna

Bíarvegur 2

Fo-850 Hvalba

ella til hvalba@hvalba.fo

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf. 237580