Innsavningin forskotin ein dag

Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag.

Tó verða teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, eisini heintaðir hósdag eftir páskir og ikki fríggjadag.