Stuðulstiltakið fyri Ukraina gott stuðla

Stuðulstiltaki sum Dagstovnurin Brosið í Hvalbiar kommunu, skipaði fyri mánadagin 4. apríl, var sera væleydna. Tiltaki var alment og nógv fólk komu at stuðla.

Á skránni var loppumarknaður, tombola, eydnupakkar, sølu av ymiskum kreativum sum børnini hava evna og baka á stovninum, kaffi og køkur. Eisini vóru nógvir góðir vinningar á lutaseðlum. Stuðla tiltakinum hava ymiskar fyritøkur og privat persónar.

Tilsamans komu 36.371 kr inn, sum eru latnar Reyða krossi.

Vit takka øllum sum á ymiskan hátt hava stuðla.

Dagstovnurin Brosið
Hvalbiar kommuna