Starvsfólk til Suðuroyar barnaverndartænastu, farloyvisstarv

Av tí at eitt av okkara starvsfólkum er í farloyvi, søkja vit hervið eftir einum málsviðgera til eitt tíðararvmarkað starv, frá 14. februar 2022 til 14. februar 2023. Talan er um fulltíðarstarv.

Tú skal vera útbúgvin sosialráðgevi ella hava aðra viðkomandi útbúgving t.d. námsfrøðingur, lærari e.l.

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir innan málsviðgerð og/ella arbeiði við børnum og familjum, sum hava tað avbjóðandi í gerandisdegnum.

Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv við góðum starvsfeløgum.

Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni.

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir, at børn og ung, sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, kunnu fáa ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.

Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri, at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, og at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.

Arbeiðið umfatar m.a. málsviðgerð, kanningararbeiði, samrøður við børn, ung og vaksin – at stuðla og ráðgeva familjum, børnum og ungum við avbjóðingum, luttøku á tvørfakligum fundum v.m.

Starvið inniber nógv samskifti og samstarv við aðrar samstarvsfelagar. Her verður serliga hugsað um samstarv við málsviðgerarar, sálarfrøðingar, familjuráðgevarar, stuðlar, heilsufrøðingar, starvsfólk á dagstovnum og skúlum.

Vit vænta at tú:

  • Er ábyrjgdarfull/-ur, miðvís/-ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Er jalig/-ur av lyndi og dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
  • Hevur góð samstarvsevnir og er fleksibul
  • Er tolin og rúmlig/-ur av lyndi, samstundis sum tú megnar at siga frá og vera avgjørd/-ur í verki
  • Hevur eina jaliga menniskjafatan
  • Dugir at skipa ein gerandisdag saman við viðkomandi borgara/-um
  • Er sálarliga væl fyri
  • Hevur góð evni at samskifta í skrift og talu

Løn

Starvið er flokkað eftir Sáttmálanum millum KAF og Starvsfelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn, saman við prógvum, viðmælum, CV og revsiváttan skal vera Suðuroyar Barnaverndartænastu í hendi í seinasta lagi 04 februar kl. 13.00

Umsóknin kann sendast sum bræv til:

Suðuroyar Barnaverndartænasta

Sornhúsvegur 22

800 Tvøroyri

Eisini ber til at senda umsókn v.m. á teldupost adressu; jonleyge@tvoroyri.fo

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónleyg Eyðunsson, virkandi leiðara á telefon 288085.