Rudda sóknina leygardagin

Hesa vikuna skipar Rudda Føroyar fyri ruddingarviku og fara okur í Hvalbiar kommunu eisini at verað partur av ruddingarvikuni.

Sum liður í Virkin Hvalba og Sandvík, fara okur at rudda sóknina leygardagin, byrja verður við felags morgunmatið í Roynhøllini og í Ranhøll kl 9:30.

Eftir morgunmatin fara og at rudda alla sóknina saman.

Tú kanst eisini lesa meira um Rudda Føroyar á ruddaforoyar.fo

Møti fjøllment.