Námsfrøðingar, avloysarir og stuðul

Hvalbiar kommuna søkir, vegna Dagstovnin Brosið
Námsfrøðingar, avloysarir og stuðul

• Námsfrøðingar til barnagarðstovur og vøggustovu á 30 tímar um vikuna.
Møguleiki er at fáa fulltíðar starv ella eitt starv í niðursettari arbeiðstíð.
Herav er farloyvistarv á 30 tímar í barnagarðstovu til 01.04.22,
farloyvistarv til 01.01.22 og til 01.03.22
• Einum námsfrøðingi til frítíðarskúla uml 25-27 tímar um vikuna.
• Námsfrøðiligum stuðli á 20 tímar um vikuna til barn í frítíðarskúlanum,
skúlaárið 2021/2022
• Føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.

Størvini verða sett frá august 2021 ella eftir nærri avtalu.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar eru vælkomnir at søkja.

Stovnurin
Brosið er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í august 2017.
Vit hava eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og frítíðarskúla.
Stovnurin er í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.
Vit hava sera góðar innan- og uttandura umstøður sum geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.
Vit bjóða eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og seta dám á virksemi á stovninum.

Vit vænta av umsøkjarum at
• tú ert álítandi og tekur ábyrgd
• tú kanst verða við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
• tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
• tú ert tolin og nærverandi

Okkum tørvar námsfrøðingar sum kunnu leggja til rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið. Vera kveikjandi, vegleiðandi og kunna samskifta á ymiskum støði. Gera námsfrøðiliga arbeiðsætlan saman við øðrum starvsfólkum.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum.

Umsókn saman við revsiváttan, møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi ónsdagin 7. juli 2021 kl. 12.00.

Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf. 237580