Verkfall

Námsfrøðingar og hjálparfólk sett sambært sáttmála millum Kommunala

Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag fara í 24 tíma verkfall galdandi frá 3. juni 2021 kl. 07.00 til 4. juni 2021 kl. 07.00.

Eitt verkfall inniber, at fakfelagið noktar limum sínum at koma til arbeiðis. Undir vanligum verkfalli (ikki 24 tíma verkfalli) er vanligt at verkfallið er galdandi fram til, at sáttmálapartarnir hava gjørt eina semju og nýggjur sáttmáli fær gildi.

Lýsta verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag fevnir um limir felagsins, ið starvast í vøggustovum hjá kommununum.