BROYTING: Renna Føroyar og páskareggjaveiða

Av tí at Roynhøllin ikki er tøk komandi dagarnir og av tí at hann boðar frá vánaligum veðrið páskadag, hava vit gjørt nakrar broytingar í samband við Renna Føroyar og Páskareggjaveiðuna.

Í samband við átakið ”Renna Føroyar” sum Bragdi skipar fyri, fara vit at bjóða øllum, ið ynskja at vera við til at renna, ganga ella bæði tvey, runt um í sóknini hendan dagin.

Tiltakið er ókeypis, tó er møguleikið at stuðla Sinnisbata við einari peningagávu konta í peningastovninum.

Ein kann eisini melda seg til átakið hjá Bragdinum á renn.fo har ein kann skráseta sína tíð.

Viðv. Páskareggjaveiðuni, so verður veiðan skertisdag frá 07:00 – 15:00 og kunnu børn koma við seðlunum, sum tey finna á Kommunuskrivstovunum millum 16 og 18.

Minnast skal eisini á at páskareggjaveiða einans er fyri børn í Hvalbiar sókn og hvørt barn einans kann lata inn ein seðil.