Eldrafimleikur í Hvalbiar sókn

Fimta árið á rað hevur eldrafimleikur verið eitt av kvøldskúlatilboðunum í Hvalbiar kommunu.

Undirtøkan hevur øll árini verið sera góð. Tey luttakandi hava verið í aldrinum frá 63 til 91 ár, og tað hevur verið sera hugnaligt og lívsgevandi, tí uppmøtingin hevur verið so góð, og øll tey luttakandi hava verið so sera virkin og jaglig, sigur Nita Næs, ið hevur undirvíst í eldrafimleiki.

Hvalbiar kommuna hevur øll árini stuðlað hesum góða tilboði, og hevur játtað bilflutning, so at øll, ið ynskja tað, kunnu luttaka. Hetta eru vit øll takksom fyri, sigur Nita, ið roknar við, at hetta kvøldskúlatilboð byrjar aftur komandi heyst.