Námsfrøðingar og avloysarir til Dagstovnin Brosið

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu.

Um størvini
Eitt starv á 30 tímar um vikuna í barnagarðstovu, at byrja skjótast til ber.

Starvið inniber, at tú sum námsfrøðingur kemur at loysa nakrar stuðulsuppgávur. At tú stuðlar í sosialum relatiónum og kanst skapa ein dag, við góðum menningarmøguleikum. At tú kanst stuðla við málsligu menningini, at leggja til rættis og taka lut í mennandi aktivitetum. At hava gott foreldrasamstarv og at kunna arbeiða tvørfakligt.

Starvið er tíðaravmarkað sett til 15.juli 2021.

Eitt farloyvistarv á 25-27 tímar um vikuna í frítíðarskúla. Starvið er tíðaravmarkað sett 21. apríl 2021 til 1.apríl 2022.

Um námsfrøðingar ikki søkja, vera hjálparfólk sett í størvini.

Eisini søkja vit eftir føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.

Vit vænta at
• tú ert álítandi og tekur ábyrgd
• tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
• tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
• tú ert tolin og nærverandi

Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv, har tíð er sett av til fyrireiking. Tú kanst verða við til at mynda og
menna námsfrøðiliga arbeiðið, har vit arbeiða við námsætlan og Betri Vinir. Eisini nýta vit TÍTT sum námsfrøðiligt amboð.

Dagstovnurin lat upp í 2017 í einum náttúru vøkrum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjørðuna.

Innan- og uttandura umstøðurnar eru sera góðar og geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.

Lønar- og setanarviðurskifti.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum, møguligum viðmælum, royndum og revsiváttan, skal vera Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi 23.mars 2021 kl 12.00

Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen,
stovnsleiðara tlf. 237580