Hvalbiar Kommuna heiðraði Danmarks meistara.

Hvalbiar Kommuna hevur á fyrsta sinni fingið ein Danmarks meistara í inniróðri.

Tað var lagt upp til tann heilt stóra spenningin, tá 14 ára gamli Nóa Thomsen frá Hvalba setti seg við rógvimaskinuna í Kollafirði í morgun og skuldi rógva kapp um Danmarksmeistara skapin í inniróðri.

Tá 2000 metra málið var rógvið, kom hann fyrstur á mál við tíðini 6.58.7 og sostatt kundi hann kalla seg Danmarksmeistari í inniróðri í bólkinum U16 dreingir.

Nóa Thomsen venur hjá FSR undir leiðslu av Thormann Jacobsen, sum hevur verið hollur stuðul hjá Nóa seinastu tíðina. Miðvísa venjingin, sum Thormann Jacobsen hevur stungið út í kortið skuldi vísa seg at bera heilt á mál í morgun.

Tá Nóa kom suður við Smyrli í kvøld hevði Hvalbiar kommuna skipað fyri móttøku har fýrverk bleiv skotið fyri at heiðra vinnarinum.

Eftir tað bleiv blómutyssið givið saman við einum heiðursbrævi, sum forkvinnan í Trivnaðarnevndini Eir J. Norðberg handaði vinnarinum.

Hvalbiar Kommuna ynskir Nóa Thomsen til lukku við meistara heitinum og ynskir honum bestu eydnu í framtíðini.