Innskriving til Frítíðarskúlan í Brosinum

Innskriving av børnum til frítíðarskúlan skúlaárið 2021/2022, verður frá mánadegnum 25. januar 2021. Innskrivingin fer fram á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu á www.hvalba.fo – undir oyðubløð.

Børn skulu innskrivast av nýggjum á hvørjum árið.

Frítíðarskúlin er ætlaður børnum sum ganga í 1, 2 og 3. flokki. Børn í 1. og 2. flokki hava framíhjárætt at sleppa í frítíðarskúla og 3. flokkur sleppur sum pláss er fyri. Opið er hvønn dag eftir skúlatíð, til kl. 17.00.

Endamálið við frítíðarskúlanum er, at børnini kunnu verða í einum tryggum og mennandi umhvørvið, har tey eru við til at skapa egnan gerandisdag, við vegleiðing og stuðli frá vaksnum.

Umstøðurnar innan – og uttandura eru sera góðar. Vit hava eitt stórt felagsrúm, verkstað og onnur rúm, har børnini fáa ment síni skapandi evni á ymiskan hátt, bæði gjøgnum skipað og óskipað tiltøk. Hartil er eitt spennandi spælipláss.

Í frítíðarskúlanum hava børnini ávirkan á sína frítíð, har møguleiki er fyri fríðum spæli ella at taka lut í kreativum virksemi.