Námsfrøðingur til Dagstovnin Brosið

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu.

Um starvið

Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna, at byrja 18.01.2021 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað sett til 15.juli 2021.

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í starvið.

 

 

Arbeiðsuppgávur

Starvið inniber, at tú sum námsfrøðingur kemur at loysa nakrar stuðulsuppgávur.

At tú stuðlar í sosialum relatiónum og kanst skapa ein dag, við góðum menningarmøguleikum. At tú kanst stuðla við málsligu menningini, at leggja til rættis og taka lut í mennandi aktivitetum. At hava gott foreldrasamstarv og at kunna arbeiða tvørfakligt.

 

Lønar- og setanarviðurskifti.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum, møguligum viðmælum, royndum og revsiváttan, skal vera Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi 4. januar 2021 kl 12.00

 

Hvalbiar kommuna

Bíarvegur 2

Fo-850 Hvalba

ella til hvalba@hvalba.fo

 

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara tlf. 237580