Brosið: Korona reglar frá 15. desember

Sum ein fyribyrgjandi liður í smb við Covid 19, fara vit at seta í verk niðanfyri standandi sum verður galdandi frá týsmorgni 15. desember 2020.

Av tí at tað eru fleiri og fleiri fólk sum koma til Føroyar á jólum, fara vit at herða átøkini aftur, soleiðis at foreldur aftur avlevera og heintað barnið við úthurðina til stovuna hjá barninum.

Vit taka ímóti barninum, klæðunum og matpakkunum og fáa tað uppá pláss saman við barninum.

Vit hjálpa eisini barninum at vaska hendur tá komi verður inn á stovuna.

Heitt verður á foreldur, at um farið verður uttanlanda í sjúkraørindum, at arbeiða ella sigla, um at fylgja tilmælinum um test 6. dagin og um ikki at koma í Brosið við og eftir barninum fyrrenn ein negativ test er tøk. Tey foreldur sum eru í føroyum mugu avlevera og heintað barnið inntil testin er tøk.

Um tykkara barn er við uttanlanda, eru somu tilmælir galdandi fyri barnið.

Foreldur vera biðin um ikki at senda avvarandi sum koma uttanlanda frá, at koma við og eftir barninum, fyrrenn negativa testin frá 6. degi er tøk.

Stovnsins vegna
Siri Næs Olsen, leiðari