Fundarskrá til kommunufundin 7. desember

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 07. des. 2020 kl. 17.30.

Fundarskráin er:

1. Samstarvsavtala við Nám.
2. Innkomin tilboð uppá beltimaskinu Takeuchi TB210.
3. Skriv frá borgara viðvíkjandi frárensli av vatni.
4. Umsókn frá Landsverk um pláss til nýggja veðurstøð.
5. Skriv viðvíkjandi almenna WC í Sandvík.
6. Fíggjarætlan 2021 – 2. viðgerð.
7. Eykajáttan 2020 – 2. viðgerð.
8. Ikki almenn mál.