Jólaprojekti í Hvalbiar skúla

Í Hvalbiar skúla hava vit siðvenjuna, at 6.flokkur ger eitt jólaprojekt úti á gongini, og 5. flokkur venur sjónleik.

Í ár hava 5.fl. og 6. flokkur arbeitt saman, og tey hava arbeitt við hugtøkum og súmbolikki úr Betlehemsfjósinum.

Tey hava gjørt eina Betlehemsfløtu, eina lesistovu og ein teknikrók.

Eisini hava tey hugsað um endurnýtslu, meðan arbeitt hevur verið.
Kirkjuna og eldstaðið hava tey funnið fram aftur. Tað hava aðrir 6. flokkar evnað.
Og flest allir einglarnir eru gjørdir úr gomlum eggjabakkum.

Her kunnu tit síggja myndir frá jólaprojektinum 2020 í Hvalbiar skúla