Fráboðan um valevnislistar til kommunuvalið í Hvalbiar Kommunu

Gjørt verður kunnugt, at sambært skrivi frá Umhvørvis– og vinnumálaráðnum, verður kommunuval í Hvalbiar Kommunu týsdagin 10. november 2020.

Ein valevnislisti kann í mesta lagi hava 11 valevni og skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 10 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum. Undirskriftirnar hjá stillarunum skulu vera á sama lista, sum valevnini eru skrivað á.

Hjálagdur skal vera ein serligur listi yvir stillarar, har teir skilliga eru lýstir við navni, starvi,bústaði og føðingardegi.

Ein persónur kann bert vera stillari á einum lista.

Valevnislistar skulu latast inn til kommunuskrivstovuna ella valnevndarformannin í seinasta lagi 20. oktober 2020 kl. 18.00 av einum stillara.