Vallistin til kommunuvalið 2020 í Hvalbiar Kommunu

Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kommunuvalið tann 10. november 2020 liggurframmi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 12. oktober til mánadagin 26. oktober í vanligari avgreiðslutíð.

Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 3. november 2020 verða send  bygdarráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.

Til kommunuvalið verða valkort nýtt. Hesi verða send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum og skal veljarin hava valkortið við sær, tá valt verður.

Hvalba, tann 06. oktober 2020.

Hvalbiar Kommuna