Fotoskeið

Kundi tú hugsað tær at lært, hvussu tú kanst fáa tínar myndir av tíni telefon ella teldu í eina fotobók? Kom so á eitt stutt skeið í Hvalbiar Kvøldskúla í januar og februar 2021.

So fer Hildur at læra teg, hvussu tú gert.

Sí uppslag frá Hvalbiar Kvøldskúla her

Tú skalt hava tína egnu teldu við myndum ella ein geyma við tínum myndum við.

Skeiðið kostar 150 kr. fyri hvønn.

Afturat luttøkugjaldinum kemur kostnaðurin fyri fotobókina, um tú hevur hug at keypa tína egnu fotobók.

Nærri frágreiðing fæst frá Hildur.

Undirvísari: Hildur Fjørdal