Fundarskrá til kommunufundin 14. september

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 14. sept. 2020 kl. 17.30.

Fundarskráin er:
1. Innkomið skriv viðvíkjandi Kjógvavatni.
2. Umsókn um marknaumskipan – matr. nr. 456a og 456b, Sandvík.
3. Skriv frá Hvalbiar skúlastýri viðvíkjandi lesikróki.
4. Innkomið tilboð uppá felags stigabil til sløkkiliðini í Suðuroy.
5. Umsókn um loyvi at byggja aftrat neysti matr. nr. 261, Hvalba.
6. Ikki almenn mál.