Almenna gøtan broytt

Her fyri varð avgerð tikin um at broyta almennu gøtuna, sum gongur fram við dagstovninum Brosið. Gøtan hevur ligið gjøgnum spæliplássi hjá stovninum og er metta at hetta ikki hevur verið nøktandi.

Trivnaðarnevndin hevur arbeitt viðari við hesum málinum. Húsavørðurin í dagstovninum hevur saman við arbeiðmonnum hjá kommununi fríðka øki og gjørt nýggja gøtu. Gøtan gongur nú frá verandi gøtu og fram um Brosið og niðan frammanfyri, so hon aftur kemur at fáa samband við gøtuna omanfyri Brosið.

Trivnaðarnevndin arbeiðir eisini við at fríðka meira um øki omanfyri Brosið og at seta niður runnan og seta blómukassar upp.

Forkvinnan í Trivnaðarnevndini sigur at arbeitt verður eisini við at fríðka meira um á økinum og at seta blómukassar upp aðrastaðnis í kommununi.