Skúlagarðurin: undirlag lagt á vøllin

Í dag verður undirlag lagt á vøllin í skúlagarðinum.

So tá børnini byrja aftur í skúla, verður tað ein munandi betur vøllur, har undirlagið verður av gummi, sum gerð tað munandi tryggari og betur at spæla á.

Hetta er ein liður í arbeiðinum, sum skúlastýri saman við Trivnaðarnevndini hava arbeitt við at dagføra skúlagarðin.

Vit vilja heita á øll, um IKKI at brúka vøllin komandi dagarnar, so umdirlagið fær frið at herda ordiligt.