Sten komin í bygdaráðið

1. desember fór Trúgvi Gudmundarson í farloyvi frá bygdaráðnum í Hvalba.


Fyri Trúgva tekur varðamaður hansar sæti.

Tað er Sten Spange Larsen úr Sandvík, sum nú tekur sæti í øllum føri í eitt ár.

Hetta er fyrstuferð at Sten situr í bygdaráðnum og fekk hann 17 atkvøður til kommunuvali fyri einum goðum ári síðani.