Skrá til kommunufundin 13. november

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 13. november 2017 kl. 17.30.


Fundarskráin er:

1. Umsókn um fíggjarligan stuðul frá Føroyingafelagnum í Aalborg, Álaborg.
2. Umsókn um fíggjarligan stuðul frá Tvøroyrar Fimleikafelag.
3. Umsókn um stuðul frá felagnum Víkingaskip.
4. Avtala við Landsverk um vetrarhald 2017/2018.
5. Tilboð viðvíkjandi dagstovninum “Brosið”.
6. Innkomin skriv frá Hvalbiar skúlastýri og Hvalbiar skúla.
7. Tilboð frá Tangavirkinum – rør.
8. Umbøn um eykajáttan til Suðuroyar Barnaverndartænastu.
9. Tilboð frá Teldu Tænastuni.
10. Roynhøllin – tilboð hondbóltsmál.
11. Hølisviðurskifti v.m. hjá Sernám í Suðuroynni.
12. Kostnaðarmeting tilfar til útbygning norðanfyri bygning matr. nr. 390e.
13. Umvæling av útveggi, norður- og vestursíða Hv. skúli – innkomin tilboð.
14. Fyrsta viðgerð av fíggjarætlan 2018.
15. Fyrsta viðgerð av eykajáttan 2017.
16. Ikki almenn mál.

Hvalba, tann 09. nov. 2017

Janus Thomsen

borgarstjóri