Útbjóðingarskriv: VIÐV. HVALBIAR SKÚLA – UMVÆLING AV ÚTVEGGI, NORÐUR- OG VESTURSÍÐA

Við hesum verður arbeiðstøka Dren- og jørðarbeiði í samband við umvæling av útveggi á norður- og vestursíðu í Hvalbiar Skúla boðin út í almenna lisitatión.

Lisitatiónin verður fríggjadagin 03-11 2017 kl. 14.00 á skrivstovuni hjá Hvalbiar Kommunu, Bíarvegur 2 – 850 Hvalba, har teir bjóðandi hava møguleika at vera hjástaddir.

Tilboðið skal latast inn í afturlatnum brævbjálva. Brævbjálvar skulu merkjast “Tilboð Hvalbiar Skúli”.

Teir ið ikki verða hjástaddir, skulu lata tilboðið inn á skrivstovuna hjá Hvalbiar Kommunu í seinasta lagi ½ tíma áðrenn lisitatiónina og vera merkt “Tilboð Hvalbiar Skúli”. Tilboðið skal ikki latast í postkassan hjá kommununi sama dag sum lisitatiónin er.

Byggiharrin skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu tilboðini, ella at vraka øll. Harafturat skilar byggiharrin sær rætt til at taka partar av arbeiðinum burturúr prosjektinum, um hetta gerst neyðugt, sjálvt um hetta viðførir at tilboðið lækkar meiri enn 15%.

Allir spurningar skulu sendast við telduposti, og verða somuleiðis svaraðir við telduposti.

Heita útbjóðingarskriv her (PDF)