Bingjuplássini í oktober

Nú stendur slakti í durunum og hava bingjuplássini í Sandvík og Hvalba broyttar upp- og afturlatingartíðir í oktober mánaða.

Byngjuplássini eru opin soleiðis í tíðarskeiðinum frá 25. September til 21. oktober
Mánadag – leygardag: 18:00 – 21:00

Koyr ikki skinnini vekk
Tú hevur møguleika at selja lambsskinnini til Árna Brattaberg á Drelnesi

Sirri tekur ímóti lambsskinnum á Drelnesi, Sama stað, sum í fjør.

Frá leygardegi 3. oktobur. Tlf 524006

Allar yrkadagar frá kl. 10 til 20

Prísur 10 kr fyri skinnið í býti við vøru

Fyri at kunna selja skinnini skal tað ikki koma blóð at, skinnini skulu kølna og síðani leggjast roð móti roði.

Tað hevði lætt munandi um hjá kommununi og givið tykkum okkurt burturúr, um tit selja tey, heldur enn at lata tey til brenning.

IRF sigur í kunning:
Visti tú, at leivdir frá slakti dálka illa? Visti tú, at nakað av tí sum dálkar allarmest at brenna hjá IRF eru seyðaskinn? Av hesi orsøk verður heitt á fólk um at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakarum.
Visti tú, at tá ein full vomb fer í ovnin hjá IRF, so viðførir hon dálking? Visti tú eisini av, at útlátið fer upp, tá hitin í ovninum hjá IRF fer frá teim vanligu 1.000 stigunum niður á 850 stig? Hetta er ein avbjóðing, tá IRF fær vátan innvøl, seyðaskinn og fyltar vembur frá slakti av uml. 50.000 seyðum innanfyri eitt stutt tíðarskeið. Vit hava tískil brúk fyri tínari hjálp til at verja umhvørvið.