Skrá til kommunufundin 18. sept. 2017

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 18. sept. 2017 kl 17.30.

Fundarskráin er:

  1. Umsóknir um stuðul:
    a) Tvøroyrar Billardfelag.
    b) Ungdómsverkætlan: Wisdom from the roots.
    c) Hjálpargrunnur fyri óarbeiðsførar fiskimenn.
    d) TB-flogbóltur.
    e) Felagið Skarðsbygd – útgáva av bók.
    f) x á Miðnámsskúlanum – námsferð til Portugal.
  2. Umsókn um umbýti/uttangarðsumskipan millum matr. nr. 219a, 98a og 207k.
  3. Umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 123a og 123b.
  4. Val av persóni til eldraráð fyri Suðuroynna.
  5. Støðutakan til gøtuljós í Hólabrekkuni.
  6. Kunning um hvørji mál eru beind í nevnd síðani síðsta fund.
  7. Kunning um málsviðgerð síðani síðsta fund.
  8. Ikki almenn.

Janus Thomsen

borgarstjóri