Námsfrøðingur til frítíðarskúlan Rókina

Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi til Frítíðarskúlan Rókina at arbeiða 20 – 25 tímar um vikuna at byrja sum skjótast.

Rókin er fyri børn í 1. 2. og 3. flokki. Rókin hevur sína egnu lon í dagstovninum Brosinum og hava vit sera góðar umstøður, innan- og uttandura í okkara nýggja stovni.

Vit vænta at
• tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
• tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
• tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
• tú ert tolin og nærverandi
• tú ert áhugað í sjálvsmenning

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Starvið inniber, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum.
Umsókn
Umsókn saman við revsiváttan, møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal verða Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi 20. september kl. 12.00.

Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf. 237580