Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá Hvalbiar Kommunu.

Í fjør heyst setti kommunustýrið sær fyri at dagføra okkara heimasíðu. Heimasíðan er gluggin út til borgaran – har borgarin kann kunna seg um ymisk viðurskifti í kommununi og finna upplýsingar, ið einum tørvar.

Endamálið viđ heimasíðuni er, at tú sum borgari skal fáa eina tænastu heilt inn í heimið ella har tú ert.

Á heimasíðuni kanst tú millum annað skriva børnini upp til barnaansing umvegis netið. Hvørji grundøki eru tøk í kommununi? Hvussu søki eg um bátapláss? – Fyri at nevna nakrar møguleikar.

Vónandi kanst tú sum borgari fáa gleði og enn betri tænastu við at nýta hesa nýggju heimasíđu.

Okkara nýggju heimasíđu hevur Rúni Thomsen sniðgivið og sett upp.

Janus Thomsen, borgarstjóri